Í ringasta føri má landið tryggja bíligar ferðaseðlar

KAPPING Prísurin á flogferðaseðlum má lækkast og verður tað neyðugt, má landið leggja upp í, staðfestir landsstýrismaðurin í vinnumálum

- Eydnast tað ikki at fáa útlendsk flogfeløg at taka kappingina upp við Atlantsflog um føroyaflúgvingin, má landið leggja upp í.
Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Ferðaseðlaprísirnir hjá Atlantsflog standa javnan fyri skotum og teir eru stundum eisini við viðgerðar í Løgtinginum.
Tað hava teir verið enn einaferð, nú Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, spurdi landsstýrismannin, hvørjar ætlanir hann hevur við ferðaseðlaprísinum hjá Atlantsflogi.
Hon spyr, um landsstýrismaðurin kann góðtaka, at ferðafólk rinda ymiskar prísir fyri sama ferðaseðil.
- Í einum og sama flogfari sita fólk lið um lið, har summi hava rindað 600 krónur fyri ein ferðaseðil og onnur hava goldið 4.500 krónur fyri ferðaseðilin.
Tingkvinnan vildi hava at vita um Johan Dahl ikki helt, at tað var ruddiligast, at øll altíð rindaði tað sama fyri ferðaseðilin, kanska 1000 krónur fyri ein ferðaseðil úr Vágum til Kastrup.
Rigmor Dam vísir á, at í veruleikanum hevur Atlantsflog einkarrætt upp á flúgving til og úr Føroyum, tí ferðafólk hava onga aðrastaðni at fara, sama um tey eru nøgd við tænastuna ella ikki.
Tí eigur politiski myndugleikin eigur at viðurkenna, at hann hevur ábyrgd av landsins borgarum og at tryggja sámuligar prísir á flogferðaseðlum, akkurát, sum vit geva Strandferðsluni eina játtan á fíggjarlógini fyri at tryggja sámuligan prís fyri at ferðast ímillum oyggjarnar.

Blandar seg ikki
Johan Dahl staðfestir, at flogfeløg í heiminum hava ymsar ferðaseðlaprísir, men tað er eisini ógvuliga ymiskt , hvørjar treytir og hvørji rættindini fylgja teimum ymsu ferðaseðlunum, alt eftir, hvat teir kosta.
- Landsstýrið ætlar ikki at avmarka rættindini hjá Atlantsflogi at virka, leggur hann afturat.
Hinvegin staðfestir hann, at skal prísurin á ferðseðlum ímillum Føroyar og Danmark kosta 1000 krónur, fer tað at kosta landskassanum 250 milliónir í stuðuli til Atlantsflog.

Fáa ein møguleika
Ístaðin fyri, at taka politisk stig fyri at tryggja, at prísurin á ferðaseðlum lækkar, vil Johan Dahl heldur hava kapping á økinum, tí tað fer at trýsta prísin niður.
Hann sigur, at nógv er gjørt fyri at skapa kapping á økinum við longdum vølli og nýggjari farstøð, samstundis sum vit í næstu framtíð verða partur í evropiska loftferðslupakkanum.
Tí er hann sannførdur um, at kapping fer at verða á føroyarutuni og hann er sinnaður at geva øðrum flogfeløgum ein møguleika.
Men hann staðfesti somuleiðis, at verður ongin kapping í næstu framtíð, er støðan ein onnur og so má spurningurin takast upp til politiska viðgerð.
- So eigur landið at keypa tann privata partin av Atlantsflogi og at tryggja, at prísurin á ferðsseðlum lækkar.
Hann væntar eisini, at tey flestu í Løgtinginum taka undir við honum í hesum, hóast hetta ikki er viðgjørt í samgonguni.
Men hann staðfestir, at samgongan hevur sett sær fyri at seta tiltøk í verk fyri at steðga fráflytingini og royna at vaksa um fólkatalið.
- Ferðaseðlaprísurin er vælsaktans ein partur av tí, sigur hann.
Hann sigur, at flogsambandið er okkara motorvegur út í heim og hann má vera atkomiligur fyri ein sámuligan prís.
Hann staðfestir, at í dag er prísurin ikki sámuligur og verður ongin kapping, sum fær prísin niður, eigur politiski myndugleikin at tryggja, at so verður.
LES EISINI GREININA: KAPPING Á FØROYAFLÚGVINGINI NÆSTA ÁR