Ringar tíðir gera Helgu ópopulera

Tað er ikki fallið í góða jørð innan norsku fiskivinnuna, at fiskimálaráðharrin, Helga Petersen, fór heim av stórum fundi, tí hon skuldi ansa sínum barni - Tú kanst siga, hvat tú vilt um mannsjauvinismu, men tað er eingin undanførsla at fara heim av landsfundi hjá Fiskarlaget og ársfundi í FHL at ansa einum barni.

Tað skrivar Norsk Fiskerinæring í grein eftir landsfundin herfyri.

Lagt verður aftrat, at ringar tíðir, gera fiskimálaráðharran, Helgu Petersen, ópopulera.

- Fiskivinnan væntar og krevur, at fiskimálaráðharrin tekur sær stundir til at lurta. Nú hava vit fingið ein varhuga av, at Helga ikki vísir áhuga ? ja, hon kann ikki hava serliga stóran áhuga í fiskivinnu og landbúnaði, verður sagt í greinini.

Í FiskeribladetFiskaren kann atkvøðast um, hvørt lesarar eru samdir við Norsk Fiskerinæring ella ikki.

Í løtuni halda 81% av teimum, sum hava svarað, at tey antin er fullsamd ella partvís samd við tí, sum skrivað verður, 14% siga, at hetta er mannsjauvinisma og bert 5% er púrasta ósamd í ákoyringunum móti norska fiskimálaráðharranum.