Hvussu ofta hava føroyingar ikki hoyrt Høgna Hoydal, tá ið hann í sjónvarpi ella útvarpi fær onkran nærgangandi spurning, siga: "Tað var als ikki hatta eg segði, tvørturímóti....", "Nei, hatta er púrasta misskilt" ella "Hatta er eitt samgongumál, og tað havi eg als onga viðmerking til" sum um samgongumál ikki koma Føroya fólki við.
Fyri at sleppa undan at taka støðu til veruleikan, livir Høgni so dyggiliga eftir ráðunum, sum Bøjgen í sjónleikinum hjá Henrik Ibsen gevur Peer Gynt: Gå udenom, Peer!
Tað ber heilt einfalt ikki til at konfrontera Høgna Hoydal við nakað, sum hann hevur sagt, og at síggja til ber heldur ikki til at konfrontera Høgna við tað, sum hann hevur skrivað svart uppá hvítt. Í so máta er svar hansara til mínar viðmerkingar til røðu hansara á aðalfundi Lærarafelagsins eitt skúladømi um machiavellistiskan máta at verja seg sjálvan uppá.
Høgni ger ikki viðmerkingar til tað, sum eg beri fram, men til tey orðini, sum hann sjálvur leggur mær í munnin, og so er ikki lætt at koma afturíaftur. Heldur enn at gjøgnumganga allar rangsnúgvingarnar hjá Høgna, skal eg bara gera viðmerkingar til onkur punkt.
Ein góður skúli kostar
Tað gleðir meg, at Høgni rósar nýggju fólkaskúlalógini upp til skýggja og sigur, at ótrúliga nógv gott arbeiði er gjørt á skúlunum við nýggju lógini. Hetta taki eg sum eitt prógv um, at verkið hevur hepnast framúr væl. Tjóðveldisflokkurin bardist við hond og fót ímóti, at lógin varð samtykt og legði í smáligari øvund allar møguligar forðingar í vegin. M.a. vildu hann hava, at landsstýrið frammanundan skuldi útvega teir neyðugu fíggjarkarmarnar, sum lógin fór at vera atvold til í framtíðini.
Høgni Hoydal kann hava rætt í tí, at um landsstýrið hevði lagt upp fyri teimum krøvum, sum Lærarafelagið sjálvandi fór at koma við orsakað av øktari arbeiðsbyrði, so hevði hann havt tað munandi lættari. Men eg kann vissa hann um, at so hevði hann ikki sloppið við at hækka játtanina til fólkaskúlan við 73 milliónum hesi fimm árini. Tí ein góður fólkaskúli kostar. Og hann er hvørja krónu verdur. Prísurin verður í stóran mun ásettur gjøgnum samráðingar millum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið. At Høgni Hoydal og flokkur hansara hava fingið ilt av at innfría krøvini, tað er ein onnur søk, sum kanska ikki hevur so nógv við tann góða fólkaskúlan at gera.
Tað tekur langa tíð at seta eina fólkaskúlalóg í verk, fleiri ár. Nýggir møguleikar taka seg upp og skúlin mennist so við og við av dugnaligum fólki innan skúlagátt, og hendan menningin hevur ofta ávísar útreiðslur við sær.
Men tað sum øll onnur høvdu uppfatað sum menningarvirksemi, tað kallar Høgni Hoydal í sínum smásinni at "rudda upp".
Høgni stendur í stað
Høgni Hoydal sigur, at teir hava brúkt øgiliga orku uppá at fáa sett í verk møguleikarnar í nýggju lógini, tí einki var fyrireikað av undanfarna landsstýri. Kennir Høgni Hoydal ikki tær leiðbeinandi lesiætlanirnar og tey álitini, sum vórðu gjørd undan lógini?
Og so rósar hann Signari á Brúnni fyri at hava sett skúlastýrini í verk. Ja, Sambandslandsstýrið slapp ikki at halda fram, so vit kundu fullføra verkið. Signar slapp heldur ikki at virka leingi vegna karaktermorðið, sum varð framt á hann. Fleiri tjóðveldislandsstýrismenn komu seinni kropp á kroppi, og eisini teir fingu smáar møguleikar at fremja nakað sum helst.
Taka vit støði í veruleikanum heldur enn føgru orðum Høgna, so hevur Tjóðveldisflokkurin einki sum helst fingið á skaftið hesi fimm árini, hann hevur sitið í landsstýrinum, og tað er ikki bara í skúlamálum. Fullveldisglæstriborgin er eisini hoknað saman. Grønlendingar, sum nústaðni eru farnir undir sína sjálvstýrisgongd á hóvligan demokratiskan hátt, vinna ein sigurin fyri og annan eftir. Høgni hevur bert ósigrar at síggja aftur á, tí tað sum higartil hevur eyðkent Tjóðveldisflokkin í landsstýrissamgongu er háfloygt og veruleikafjart tos og ongar gerðir.
Ei undur í, um hann er frustreraður.
Tí er lætt at skilja at Høgni Hoydal hevur ilt í samvitskuni og tískil noktar at fyrihalda seg til tann partin av veruleikanum, sum hann sjálvur hevur ábyrgdina av vegna Føroya fólk.