Ring koyrilíkindi í kvøld

Tað er ikki koyrandi á Vestmannavegnum í løtuni. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyndarfjarðarvegnum og til Haldórsvíkar.

 

Tað sigur Landsverk um koyrilíkindini. Tað hevur kavað illa norðranfyri í dag, og um nátturðatíð fór hann eisini kava í miðstaðarøkinum og í Havn. Inni í Havnini er illa koyrandi nógvastaðni, og nógvir bilar standa fastir í hálkuni.

Landsverk sigur, at tað eru sera vánalig koyrilíkindir á Elduvíkarvegnum, til Funning, á Eiðisvegnum, Saksunarvegnum. 

Givist verður at grava á Oyggjarvegnum klokkan 19, sigur Landsverk.

##med2##

 

##med4##

 

##med3##