Ring ódn í Filipsoyggjunum

Myndugleikarnir í Filipsoyggjunum hava flutt fólkiið úr fleiri bygdum har norðuri á oynni Luzon, nú ein ring ódn er á veg ímóti landi. Veðurmenninir siga, at ódnin er tann ringasta, sum hevur verið har á leiðini í ár, og teir vænta, at vindferðin kemur upp í 259 kilometrar um tíman.

Guvernørurin í landspartinum Guvernøren Cagayan sigur, at ódnin, sum hevur fingið navnið Megi, kann oyðileggjameiri en helvtina av allari rísgrøðini. Tað kann fáa álvarssamar avleiðingar, tí bøndurnir har dyrka umleið ein triðing av tí rísi, sum verður dyrkað í Filipsoyggjunum.

Í høvuðsstaðnum Manila hava myndugleikarnir fyrireikað seg til Megi. Eitt nú hava teir koyrt mat, heilivág og bjargingarútgerð í gummibátar. Myndugleikarnir hava eisini sent boð eftir eykamanning til løgregluna og bjargingartænastuna.