Rindaðu 70 milliónir í lønum í fjør

Vit kunnu tosa um tíðina fyri og eftir Varðan Pelagic á Tvøroyri

Eitt sterkt vinnulív er fortreytin fyri fólkavøkstri!

Tað sigur Egil Olsen, vinnulívsmaður, og nevndarlimur í uppsjóvarvirkinum, Varðanum Pelagic, á Tvøroyri, og ein av monnunum í Delta Seafood samtakinum.


Hann vísir á, at Varðin Pelagic hevur havt so ómetaligan stóran týdning fyri lokalsamfelagið, at tað ber til at tosa um tíðina fyri og eftir Varðan Pelagic.

Hann staðfesti, at Varðin Pelagic og Delta rindaðu tilsaman 70 milliónir krónur í lønum.


Egil Olsen sigur, at hesar 70 milliónirnar hava kanska skapt aðrar 70 milliónir aðrastaðni í lokalsamfelagnum í avleiddum virksemi.


Hann sigur, at tað merkist týðiliga aftur í býnum. Fólk eru glað og tað hevur eisini av álvara sett gongd á handilslívið og tænastuvinnurnar í lokalsamfelagnum. 

- Eg havi spurt í handlum og teir siga, at tað er heilt týðiligt, at fólk eru farin at keypa meiri - og dýrari vørur, sigur hann.


Samstundis vísti hann á, at Varðin Pelagic er bara á einum byrjunarstigi enn.

- Tað eru sera stórir møguleikar fyri øðrum virksemi og tað eru møguleikar, teir kanna, sigur hann, men hann vil ikki siga, hvat hann hugsar um.

 

Men hann væntar, at okkurt fer at henda á Tvøroyri og tá verður brúk fyri fólki við ymsum matvøruútbúgvingum, umframt fólki við útbúgving í framleiðslutøkni, teldutøkni, og øðrum.

Tað verður eisini brúk fyri sølufólki, sigur hann.


- Vit hava tosað í ein mansaldur um at Føroyar skulu fáa fleiri bein at standa á. Men í veruleikanum er ikki hent so nógv og fiskivinnan er framvegis álitið.

- Kynstrið verður nú at leggja meiri vitan í framleiðsluna, altso meirvirka vøruna og har sær Egil Olsen stórar møguleikar fyri sær.