Sjúrður Skaale, tingmaður fyri Tjóðveldi, vil nú hava landsstýrismannin í fíggjarmálum at greiða frá, hví dieselbilar eru so nógv dýrari í vektgjaldið enn bensinbilar eru. Hann spyr eisini um vektgjaldið ikki mest líkist einum ognarskatti enn einum brúksskatti.
Hann staðfestir, at helst er vektgjaldið ætlað at vera eitt brúksgjald, men at tað virkar meiri sum ein ognarskattur, tí bileigarar fáa rokningar fyri at eiga en bil, uttan mun til, hvussu nógv teir brúka almennu vegirnar.
Tí spyr Sjúrður Skaale , um tað ikki hevði verið rættari at lagt vektgjaldið oman á brennievnið.
- So verður tað tann, ið slítur vegirnar mest, sum eisini rindar mest. Hinvegin sleppur tann, sum koyrir lítið, undan at rinda hendan ?ognarskattin?.
Sjúrður Skaale staðfestir, at sum skipanin er nú, er tað ógvuliga ymiskt, hvussu nógv ein bilur kostar í vektgjaldið.
- Ein persónbilar, sum brúkar diesel, kostar umleið hálvaaðru ferð so nógv vektgjald,
sum ein bensinbilur, ið vigar tað sama.
Tá ið tað snýr seg um hýruvognar, kostar dieselbilurin einar tvær ferðir so nógv í
vektgjaldi sum bensinbilurin, sum vigar tað sama.
Tá tað snýr seg um bussar, er gjaldið umleið hálvatriðju ferð hægri fyri ein dieselbil
enn fyri ein bensinbil, sum vigar tað sama.
Tá tað snýr seg um vøru- og lastvognar, kostar dieselbilurin umleið tríggjar ferðir so
nógv sum ein líka tungur bensinbilur. Fyri teir størru bilarnar er munurin nakað størri.
- Hetta kann tykjast løgið, tí dieselbilar kunnu illa sigast at slíta vegirnar meira, enn
bensinbilar, heldur tingmaðurin.
- Og ein bilur, sum stendur stillur, slítir so ongar vegir, leggur hann afturat.