Rinda 5.200 krónur í leigu fyri eina íbúð

Bíligasta býli hjá Bústøðum kostar um 1.500 krónur mánaðin og tann dýrasta kostar 10.900 krónur

Tey, sum haba íbúð frá Bústøðum, rinda 5.191 í leigu um mánaðin í miðal. Tað upplýsir Bústaðir fyri Løgtinginum, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá hervør Pálsdóttir, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, um at fáa Landsstýrið at smíða eina lóg, sum ásetur, hvør myndugleiki tað er, sum ítøkiliga skal hava ábyrgdina heimleysum í Føroyum.

Í hesum sambandi upplýsir Bústaðir, at tey hava 333 íbúðir til taks um alt landið. Leiguprísurin er ógvuliga ymiskur, men í miðal er leigan 5.191 krónur í leigu um mánaðin.

Harumframt hevur Bústaðir 167 íbúðir í gerð og aðrar 90-102 íbúðir eru í umbúna.

Bíligasta íbúðin frá Bústøðum er ein íbúð á Sandi, sum kostar 1.500 krónur í leigu um mánaðin, og tann dýrasta íbúðin er ein stór íbúð á Biskupstorgi upp á væl yvir 100 fermetrar í Klaksvík, sum kostar 10.900 krónur leigu. Men ein nokk so vanlig leiga er úr smáum 4.000 krónur, upp á góðar 6.000 krónur.