Leo Poulsen
Fyri country áhugað er at seta kross í kalendaran við vikuskiftið 11. og 12. mai. Tí tá verður skipað fyri stórum country-festivali í Ítróttahøllini á Hálsi.
Tað er Allan Samuelsen, sum saman við Tórshavnar býráð hevur tikið stig til hendan »nýggja« festivalin.
- Tað hevur vist verið skipað fyri country-festivali einaferð fyrst í 90-unum, men einki er hent innan økið síðani tá. Og tá talan bleiv um at skipa fyri einum country-festivali í Havn, var Tórshavnar býráð beinanvegin ser áhugað í verkætlanini, sigur Allan Samuelsen.
Karmurin verður sum nevnt Ítróttahøllin á Hálsi, men umstøðurnar verða størri og betri en sjálv høllin.
- Stór tjald verða sett upp við báðar endarnar, og har verður skipað fyri matsølu og øðrum, og eisini verður okkurt svalandi til hálsin at fáa, sigur Allan Samuelsen.
Sum nevnt er Tórshavnar býráð ógvuliga áhugað í country-festivalinum, og gera sítt besta at skapa góðar karma rum tiltakið.
Ætlanin er at skipa fyri bátaplássum, um fólk hava hug at koma sjóvegis til festivalin, og somuleiðis verður arbeitt við at skipa eitt kampingpláss. Sum út sær í løtuni verður tað helst aftan fyri stóra skýlið í Gundadali við Badmintonhøllina.
Drúgvur festivalur
Tað er einki at ivast í, at tað eru mong ið hava saknað ein slíkan festival, og nú hann kemur, verður tað country fyri allar pengarnar.
- Vit hava fingið fatur á so at siga øllum country-nøvnunum í Føroyum, og hartil verða eisini nøkur útlendsk nøvn við. Endaliga skráin er tó ikki løgd enn, og tí er heldur eingin fullfíggjaður listi yvir bólkar og einstaklingar, sum verða við, sigur Allan Samuelsen.
Higartil er kortini greitt, at byrjað verður bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið um 18-tíðina, og so verður hildið fram langt út á náttina.
- Fólk nýtast kortini ikki at verða upptikin av tónleikinum alla tíðina. Tað verða eisini fleiri sølubásar, og sum nevnt verður høvi at keypa sær mat og okkurt drekkandi aftur við, sigur Allan Samuelsen.
Ætlanin er at selja 2.000 atgongumerki til country-festivalin.
- Hesi verða so seld sum vikuskiftispass, og um nakað leypir av, verður restin seld til hvørt kvøldið sær, sigur Allan Samuelsen.
Fyrireikararnir siga, at prísurin fyri eitt vikuskiftispass er settur til sera rímiligu 400 krónurnar, og leypa atgongumerki av, verða tey seld fyri 300 krónur fyri kvøldið.
Allan Samuelsen skipar fyri Tórshavnar Country-Festivali, og tað fegnast borgarstjórin um og lovar bestu karmarnar
Mynd: Álvur Haraldsen