Tvey tey fyrstu málini eru fyrstu viðgerðir av ríkislógartilmælum at seta í gildi fyri Føroyar - tað fyrra um broytingar í lógini um bankar og sparikassar, og hitt seinna um at seta í gildi lóg um danskan eksporttrygdargrunn.
Kristian Magnussen skal eisini svara einum fyrispurningi frá Jenisi av Rana, sum setir nakrar spurningar um fosturtøku í Føroyum.
Fíggjarnevndin hevði í gjár eisini fund. Har vóru nakrar eykajáttanarlógir til viðgerðar, m. a. ein um at játta 462.000 krónur til leigu av Lars A. Kruse til skúlaskip, ein um at játta 300.000 krónur til kappingarráð og ein um at játta 600.000 krónur til fjarskiftiseftirlit.