Rihanna setur fokus á hungursneyð

Songkvinnan Rihanna er í næstum høvuðsnavnið til eina stóra konsert, sum amerikanska plátubransjan skipar fyri til frama fyri felagsskapin Feeding America.

- Vit eru sera glað fyri, at Rihanna vil upptraðka fyri okkum. Tað, at hon er við, vil hjálpa til við at varpa ljós á, hvussu nógv fólk svølta í USA og tað vil hjálpa okkum við at savna inn pening til teir 36 milliónir amerikanararnar, ið ikki altíð vita, hvar næsta máltíð teirra skal koma frá, sigur Vicki Escarra, sum er varastjóri í bransjufelagsskapinum Recording Industry Association of America.

 

Afturat Rihannu koma listafólk sum Sting, Elvis Costello og Kanye West at upptraðka.