Rihanna greiðir frá um álopið

Songkvinnan Rihanna er flóv av at hon fór aftur til sín táverandi sjeik, sangaran Chris Brown, eftir at hann bukaði hana.

 

Tað segði songkvinnan, tá hon í gjár fyri fyrstu ferð tosaði alment um harðskapsmálið í sendingini ?Good Morning America?.

 

Sambært tíðindastovninum AP brúkti Rihanna eisini sendingina til at ávara aðrar kvinnur, sum er útsettar fyri harðskapi í parlagnum, um at ikki lata seg blinda av kærleikanum, men taka harðskapin í fullum álvara.

 

Tað er sera vanligt at kvinnur venda aftur til mann teirra, eftir at tær eru blivin bukaðar. Ein er so blendaður av kærleikanum og fer at lúgva fyri sær sjálvum, sigur 21-ára gamla songkvinnan millum annað í sendingini.

 

Chris Brown bleiv handtikin, eftir at hann í einum bili, í samband við eitt kegl, hevði sligið Rihannu fleiri ferðir.

 

I samtaluni segði Rihanna, at hon var flóv av at hon fór aftur til Chris Brown, eftir hann hevði sligi hana.

 

- Tað er skomm, at tað er ein tílíkur persónur, eg gjørdist forelskað í. So djúpt og treytaleyst forelskað, at eg fór aftur til hann. Tað er ikki hetta, eg vil læra onnur menniskju.