Rigmor: Okkara reina vatn skal ikki seljast

Landsstýriskvinnan vil hava staðfest í stjórnarskipanini, at føroyingar hava rætt til reint vatn

Ein av teimum, sum hevur gjørt viðmerkingar til Stjórnarskipan Føroya, er landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam.

Hon skrivar í viðmerkingini, at tað átti at verið umhugsa, at stjórnarskipanin ásetir, at borgarar landsins skulu altíð hava atgongd til, ella rætt til, reint drekkivatn.

– Vit vita, at reint drekkivatn verður ein dýrabar mangulvøra um nøkur ár. Dálking, veðurlagsbroytingar og 'ovfólking’ gera, at reint vatn verður eitt attraktivt tilfeingi, sum nógv vilja ogna sær rættin til at eiga og selja. Longu nú royna Nestlé og aðrar multinationalar fyritøkur at keypa sær einkarrættin til vatn í menningarlondum, og sjálvandi er hetta freistandi, tá ið landið hevur tørv á pengum, skrivar Rigmor Dam.

– Enn eru vit í Føroyum gávað við nógvum reinum vatni, men vit kenna ikki framtíðina, og heldur ikki komandi politikarar, sum kunnu hugsast at freistast av at selja fólksins ogn, vatnið, til fyritøkur, sum vilja vinna pening burtur úr tí, sigur hon.