Fyrsta stigið er nú tikið til, at føroyingar yvirtaka alla loftferðsluna. Tað upplýsir Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í tíðindaskrivi í dag.
Tað hendi tá Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Ole Birk Olesen, danskur samferðslumálaráðharri, seinnapartin undirskrivaðu eina ávegis avtalu í sambandi við yvirtøku av loftferðsluni.
- Ráðharrarnir eru samdir um, at føroyskir myndugleikar, ætlandi frá 2018, fara at røkja ávísar uppgávur á loftferðsluøkinum, ið danir varða av. Hetta verður serliga gjørt fyri at byggja upp føroyskar førleikar við atliti at seinni yvirtøku av øllum málsøkinum. Í fyrstu atløgu verður talan um eftirlit við flogvallarøkinum, t.d. fysiska undirstøðukervinum og ymiskum tænastum á flogvøllinum, skrivar ráðið í tíðindaskrivi.
Sum nú er, so er tað danska felagið Naviair, ið røkir tænastur í samband við inn- og útflúgving úr Føroyum, men sambært avtaluni, so verða tað føroyskir myndugleikar, ið framyvir avgera hvør skal røkja hesar tænastur.
Upplýst verður eisini, at partarnir eru samdir um, at spurningurin um eitt sjálvstøðugt loftferðsluøki, har Føroyar veita tænastur til flogfør, sum flúgva yvir Føroyum, verður tikin upp við ICAO, ið er altjóða loftferðslufelagsskapur.