Riggaði hjá Peturi

Petur Háberg spældi í Flagstjaldinum á Summarfestivalinum

Petur Háberg var á palli á Summarfestivalinum í flagstjaldinum, innan tað byrjaði at farast í nógva vindinum.

Undirritaði hevur ikki hoyrt Petur áður og gjørdist bilsin.

Her var talan um popp við tyngd í. Kanska meira rock. Og tað riggaði væl hjá Peturi, og unga manningin spældi sera væl. Tað er stuttligt at hoyra so unga manning spæla so væl.

Fleiri og fleiri leitaðu sær í tjaldið, meðan Petur stóð á palli og fjøldin fagnaði framførsluni, og eg haldi eisini, at tað var uppiborið.Petur og bólkur hansara borgarðu fyri eini góðari framførslu, har ljóðið eisini var í ordan. Popprockur á enskum frá listafólkum, ið ikki eru ensk, kann skjótt gerast ov útvatnað ella heilt einfalt ov vánaligt, men so er ikki hjá Peturi Háberg. Talan er um eina heild, ið situr sum hon skal.

Poppurin hjá Peturi var í roynd og veru rockur, ið ikki fer illa við oyrunum. Og tað hóskaði sera væl klokkan 16:30 á degi.