Ríður um snarið at kirkjan á Argjum fær byggiloyvi

»Kommunan stuðlar nýggju kirkjuni á Argjum«. Soleiðis skrivaði Tórshavnar kommuna tveir dagar undan býráðsvalinum í 2020. Ymiskt bendir á, at tann støðan stendur við

Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Ball, varaborgarstjóri, saman við kirkjuráðnum á Argjum, tá býráðið játtaði kirkjuni fimm milliónir krónur. Greinin er løgd á torshavn.fo tveir dagar undan býráðsvalinum í 2020. Gunvør Balle er nú ímóti, at kirkjan verður bygd. Ógreitt er, um Annika Olsen eisini hevur skifti støðu.

Hóast mótstøðan tykist stór ímóti nýggju kirkjuni á Argjum, so er okkurt, sum bendir á, at málið kann verða samtykt í býráðnum hesaferð.

 

Sambært kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, so eru tó tveir triðingar av borgarunum í Tórshavnar kommunu ímóti kirkjuni. Hóast borgarar í allari Tórshavnar kommunu og í Føroyum annars sjálvsagt kunnu hava sína hugsan um nýggja kirkju á Argjum, so eru argjafólk bara sløk 11 prosent av borgarunum í Tórshavnar kommunu. Av teimum 23.242 borgarunum í Tórshavnar kommunu búgva 2.540 á Argjum – sum svarar til sløk 11 prosent. Tí sigur kanningin kanska ikki so nógv um, hvat argjafólk hugsa.

Spurningurin er nú, hvussu hørð mótstøðan er í Tórshavnar býráð. Í øllum førum er greitt, at Tjóðveldi ikki stendur saman um at vera ímóti kirkjuni, og at umboðini fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin fara at atkvøða fyri, og at umboðið hjá Framsókn atkvøður ímóti.

Greitt er ikki, hvat javnaðarumboðini fara at gera. Men Heðin Mortensen hevur áður verið fyri. Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen atkøvddu blankt í byggi- og býarskipanarnevndini í morgun. So er spurningurin, um teir eisini gera tað í býráðnum – ella teir blotna eitt sindur og atkvøða fyri. Sum skilst eru tað nakrir býráðslimir, sum illa fáa seg at atkvøða ímóti kirkjuni.

Annika Olsen hevur eisini verið fyri kirkjuni áður. Tveir dagar undan býráðsvalinum 10. november í 2020 hevði hon sum borgarstjóri tíðindi á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, har hon boðaði frá, at kommunan hevur játtað fimm milliónir krónur til kirkjuna – eftir at kirkjuráðið á Argjum bað Tórshavnar kommunu vera við í fíggingini.

– Og nú hevur kommunan játtað 5 mió.kr. til byggingina. Pengarnir frá Tórshavnar kommunu eru ein fortreyt fyri, at nýggja kirkjan hjá argjafólki gerst veruleiki, skrivaði torshavn.fo.

– Sambært samtyktini skal fíggingin brúkast til at gera útiøkið við parkeringsøki v.m., og at almenningurin afturfyri fær atgongd til parkeringsøkið, skrivar býráðið tá tveir dagar undan býráðsvalinum. Og greinin á torshavn.fo heldur fram soleiðis:

»Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skrivaði í dag undir játtanarskrivið, sum varð handað kirkjuráðnum.

Borgarstjórin (Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, red.) nýtti samstundis høvið at ynskja kirkjuráðnum hepna hond við verkætlanini.

Argir er vaksið nógv seinastu árini við nógvum nýggjum borgarum, og tí er kirkjan kærkomin«, skrivaði Tórshavnar kommuna tann 8. november í 2020, tveir dagar undan býráðsvalinum.

Hvussu leikur fer verður helst avgjørt á næsta býráðsfundi, sum verður hóskvøldið 29. februar.

 

 

Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Ball, varaborgarstjóri, saman við kirkjuráðnum á Argjum, tá býráðið játtaði kirkjuni fimm milliónir krónur. Greinin er løgd á torshavn.fo tveir dagar undan býráðsvalinum í 2020. Gunvør Balle er nú ímóti, at kirkjan verður bygd. Ógreitt er, um Annika Olsen eisini hevur skifti støðu.