Nýggja yvirlitið hjá ÍSF yvir ítróttin í Føroyum og talið á íðkarum vísir, at talið á reiðfólkum í Føroyum er kanska nakað hægri enn fólk geva sær far um.
Sambært ÍSF eru 465 reiðfólk í Føroyum, sum ger ríðingina til 9. størstu ítróttargreinina, beint í hølunum á badminton.
Við heimasíðuna hjá Føroya Ríðingarfelag sigur formaðurin í felagnum, Brandur í Dali, at tølini helst eru úrslit av beinhørðum arbeiði hjá reiðfólkunum sjálvum.
- Stórar íløgur eru gjørdar í økið reiðfólkini hava til taks úti í Havnardali og í mun til aðrar ítróttargreinar, kanska serliga tær sum húsast í Gundadali, eru reiðfólkini sjálvi noydd at gera íløgur í hallir, breytir og felagshús, sigur Brandur í Dali.
Í Vágunum eru reiðfólk júst farin undir at byggja nýggja reiðhøll, men Brandur í Dali viðurkennir, at tað er tungt tak hjá vágafólkum, áðrenn teirra høll er liðug.
- Hetta er sera stórar íløgur og ger at summi reiðfeløg, bæði í havn og á bygd, eru fíggjarliga sperd og noyðast at bíða við íløgum, ið annars kundi ment ítróttina enn meira, sigur Brandur í Dali og formaðurin í ríðisambandinum vónar, at nýggju hagtølini kunna vakja avvarðandi kommunur og landsmyndugleikar.










