6-mannafør menn: Tað var als eingin slingur í, tá ið Riddarin í heimasjógvi í Miðvági skuldi verja glæsiligu úrslitini, sum teir hava rokkið fyrr í summar.
Riddarin legði seg á odda í fyrsta taki, og síðani var tað bara ein spurningur um, hvussu tryggur sigurin fór at verða. Tá ið teir fóru um málið var fjarstøðan aftur til Lóm av Argjum gott og væl ein bátslongd. Nú skal vita ógvuliga illa við miðvingum, um teir ikki skulu vinna FM.
Gongdin í Fuglafirði bendi á, at spenningur í dag skuldi verða um næstfremsta plássið, men soleiðis varð tað ikki, tí í dag var Lómur meiri enn eina bátslongd undan Smyrli úr Vági.
1 Riddarin 04:28.17
2 Lómur 04:32.17
3 Smyril 04:35.18
4 Skúgvur 04:40.07
5 Tvørabáturin 04:42.00
6 Gongurólvur 04:42.24
7 Húsfrúgvin 04:47.19
Støðan
1 Riddarin 35
2 Lómur 30
3 Smyril 25
4 Skúgvur 17
5 Gongurólvur 14
6 Tvørabáturin 14
7 Húsfrúgvin 3