Riddarakrossar til kular sambandsmenn

Loysingarpunkrokkbólkurin 200 fer sjálvan grundlógardagin at handa riddarakrossar.

200 hevur í sambandi við fløguna Stokkhólmssyndromið, sum kom út á Summarmála, framleitt sínar egnu riddarakrossar. Hóast tað er við skálkinum aftan fyri oyrað, at bólkurin hevur framleitt riddarakrossar, er eingin skálkur uppi í myndini, tá ið tað snýr seg um handanina.

Tey, ið fáa riddarakrossin handaðan frá 200, eru sum meginregla fólk, sum bróta fordómarnar og annars ikki lata seg seta í bás. Sostatt er talan um eina veruliga heiðran av fólki, sum 200 heldur eru kul. Í hesum føri snýr tað seg um framstandandi sambandsmenn.

Tiltakið, sum er alment, verður fríggjadagin 5. juni kl. 18.30 á Bryggjubakka/Vágsbotni. Hetta kvøld er samstundis Mentanarnátt, og tiltakið er beint eftir setanina, sum er í Miðbýnum kl 18. Riddarakrosshandanin verður eftir øllum kunstsins reglum við horntónleiki og røðum og fer eftir ætlan fram umborð á einum báti.

200 fer ikki at framføra á tiltakinum, men seinni sama kvøld spælir 200 í handlinum hjá Tutl á Káta Horninum.

Riddarakrossarnir verða til keyps á tiltakinum og sum frá líður eisini í fløgubúðunum. Riddarakrossarnir verða sostatt hvørs mans ogn, men bert tey útvaldu fáa hann handaðan.