Richard Mikkelsen strikes again

Í nýggjari bók, nevnd Færøerne i bankkrisens tegn, loysir Richard Mikkelsen, fyrrverandi formaður í Fíggingargrunninum frá 1992, frá posabandinum

 

Bankamálið


Føroyingar hava sjálvur skuldina av, at tað gekk, sum tað gekk í Føroyum í nítiarunum, tá bankarnir máttu bjargast við donskum peningi. Høvdu føroyingar skilt álvaran í støðuni og torað at staðið við sína ábyrgd, hevði málið tikið heilt aðra vend, sigur Richard Mikkelsne í bókini Færøerne i bankkrisens tegn, sum hann hevur givið út í Danmark.


Sjálvgjørt

At kreppan í Føroyum var sjálvgjørd, ivast Richard Mikkelsen ikki í. Tørvandi virðing fyri fíggjarligu gongdini og manglandi evni ella vilji til at skilja ímillum, hvat var týdningarmikið og ikki, vóru vanlig føroysk eyðkenni, metir hann. Hetta gjørdi seg ikki minst galdandi í móti endanum á bankamálinum.

Ávísir føroyingar royndu eisini at seta donsku hjálpina, føroyingar fingu, í ringt ljós, hóast hendan hjálp var ein heilt greið fyritreyt fyri, at Føroyar reistu seg aftur búskaparliga, sigur Richard Mikkelsen í bókini.


Pressan

Fjølmiðlarnir bæði í Føroyum og Danmark fáa eisini sítt. Eitt nú verður serliga Sjónvarp Føroya viðgjørt, eins og oddagrein í Sosialinum fær eina spíska viðmerking.

Um tíðindaflutningin sigur Richard Mikkelsen, at endamálið tóktist ikki einans at vera at upplýsa og skapa kjak, men eisini at kappast um at siga sannleikan, hóast eingin reiðiliga visti, hvat hann gekk út uppá. Spurningurin um, hvørt alt nú var farið fram, sum tað skuldi, tóktist gerast tann einasti, sum var áhugaverdur, skrivar hann.Tað er væl skiljandi, heldur Richard Mikkelsen. Men alt ov ofta vóru forhastaðar niðurstøður gjørdar, metir hann.

Frásagnirnar tóktust ganga meira upp á persónar enn málið sjálvt, fýlist hann á. Og tað gjørdi so, at dømingin - sum ofta verður til fordøming - gjørdist ein stórur partur av pressuumtaluni. Miðaldarinnar gapistopkkur er ikki avlagdur. Hann er bara vorðin eitt sindur meira modernaður og raffineraður.


Politikararnir

Tað er eingin ivi um, at Richard Mikkelsen metir, at føroyskir politikarar eisini lótu seg brúka í málinum. Tá teir hildu seg fáa vinning burturúr.

Eitt nú verður nevnt, at Jóannes Eidesgaard í eini viðmerking til sjónvarpssending um málið hevur nevnt fyrrverandi ríkisumboðsmannin, Bent Klinte, og Richard Mikeklsen fyri trojanskar hestar.

Eisini sjónvarpsmaðurin Høgni Hoydal fekk eftir sjónvarpssendingarnar skjótan politiskan vinning, staðfestir Richard Mikkelsen.

Hann sigur beinleiðis í einum broti, at málið gjørdi, at føroyska loysingarrørslan fekk vind í seglini, og at bæði í Danmark og Føroyum fóru fólk at seta spurnartekin við ríkisfelagsksapin eftir bankamálið.


Sluppu ov væl

Rishard Mikkelsen heldur, at føroyskir politikarar í grundini sluppu ov væl burtur úr málinum.

»Det virkede absurd, at det var danskere, der skulle hænges ud, samtidig med at færøske politikere, der havde siddet ved styret under krisen eller havde optrådt svagt, da problemerne meldte sig, slap afsted med at opføre sig, som de gjorde.«

Og soleiðis gekk tað, hóast tað var Danmark, sum dróg Føroyar inn aftur av eggini. Danmark helt sín part av teimum avtalum, gjørdar vóru. Tað sama kann ikki sigast um føroysku síðuna, sigur Richard Mikkelsen.

Tað er eingin ivi um, at høvdu føroyingar sjálvir borið alla byrðuna, hevði tað verið ein dýr søga fyri føroyska samfelagið, landskassan og skattaborgaran. Hinvegin gjørdust tað nú danir, sum rindaðu fyri tað, føroyingar sjálvir høvdu skapt í Føroyum.

»I sandhed godt scoret af et samfund, der få år forinden havde været på vej til at sejle sig selv helt og aldeles i sænk.«