Richard Dunne flest sjálvmál í Premier League

Verjuleikarin hjá Queens Park Rangers økti í dag um metið fyri flest sjálvmál í Premier League

Liverpool vann í dag 3-2 á útivølli móti Queens Park Rangers. Merkisvert var, at tvey av málunum hjá Liverpool í dag vóru sjálvmál. Fyrst var tað Richard Dunne, ið skoraði í tann skeiva endan, tá Liverpool kom á odda 1-0, og í yvirtíðini var tað verjuleikarin hjá Queens Park Rangers, Steven Caulker, ið var so óheppin at skjóta bóltin í egið mál, til endaligu støðuna 3-2 til Liverpool.

 

Richard Dunne er tann leikarin í Premier League søguni, ið hevur gjørt flest sjálvmál. Sjálvmálið hjá Richard Dunne í dag var sjálvmál nummar 10 hjá írska verjuleikaranum.

 

Teir, ið hava gjørt flest sjálvmál í Premier League eru hesir:

 

10: Richard Dunne

 

7: Jamie Carragher

 

6: Martin Skrtel, Frank Sinclair, Phil Jagielka

 

5: Michael Duberry, Phil Neville, Scott Dann, Henning Berg, Rio Ferdinand, Wes Brown, Neill Ruddock, Zat Knight, Richard Rufus