Ári fingið landsliðsboð

Føroyski spælarin í norska Sandnes ULF, Ári Mohr Jónsson er úttikin til landsdystirnar móti Moldova, Eysturríki og Skotlandi

Fyrrapartin mánadagin úttók Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, 24 spælarar til HM-undankappingardystirnar móti Moldova, Eysturríki og Skotlandi.

Samstundis boðaði landsliðsvennjarin frá, at ein spælari afturat fór at verða boðsendur, og nú er greitt, at Ári Mohr Jónsson, ið dagliga spælir fyri norska felagið Sandnes ULF, verður partur av landsliðshópinum til komandi dystir.

Ári Mohr Jónsson er skrásettur fyri sjey A-landsdystir fyri Føroyar, og hevur skorað 1 mál.

Hópurin:

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)

Teitur Matras Gestsson, HB

Tórður Thomsen, NSÍ

Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)

Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

Daniel Johansen, HB

Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC Írland)

Odmar Færø, KÍ

Heini Vatnsdal, KÍ

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Patrik Johannesen, Egersunds IK (Noreg)

Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Dan í Soylu, HB

Jákup B. Andreasen, KÍ

Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)

Tróndur Jensen, NSÍ

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)

Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)

Petur Knudsen, NSÍ

Skráin:

Hósdagin 25. mars kl. 19:45

Moldova – Føroyar

Sunnudagin 28. mars kl. 19:45

Eysturríki – Føroyar

Mikudagin 31. mars kl. 19:45

Skotland – Føroyar