Tann 11 ára gamli Rhys Jones og tveir javnaldrar spældu fótbólt á einum parkeringsplássi uttan fyri vertshúsið Fir Tree Pub fyrrakvøldið, tá ein størri drongur kom yvir til teirra og skeyt trý skot. Eitt av skotunum rakti Rhys Jones í nakkan, og hóast hann bleiv fluttur á sjúkrahús beinanvegin, doyði hann lítla løtu seinni í ørmunum á mammu síni.
Drápið hevur skelkað Bretland. Gordon Brown, forsætisráðharri, fordømdi tað.
- Hetta er ræðuligt og hevur skelkað land okkara. Vit mugu finna teir, sum gjørdu hetta, og teir skulu takast og revsast fyri hetta brotsverkið, segði Gordon Brown við Sky News í gjár.
Drongurin, sum skjeyt Rhys, hevði okkurt fyri andlitið, men løgreglan í Liverpool vónar at fáa onkrar upplýsingar frá fólki í umhvørvinum, sum kunnu hava sæð ella hoyrt eitt ella annað. Samstundis hevur løgreglan lovað at verja øll, sum kunnu koma við avgerandi upplýsingum.
Rhys Jones var íðin viðhaldsmaður hjá fótbóltsfelagnum Everton, og Tim Cahill, sum er ein av stjørnuspælarunum hjá felagnum, er sera harmur um tað, sum er hent.
- Eg skilji ikki, at nakar skal fáa seg til at skjóta ein smádrong, sum spælir fótbólt saman við sínum vinmonnum, sigur Tim Cahill við Sky News.
Drápið var í býarpartinum Croxteth, sum hevur verið plágaður av harðskapi, og summi halda, at drápið hevði samband við, at altsamt fleiri ungir dreingir í bretskum býum taka seg saman í bólkar, sum skipa fyri ymsum brotsverkum. Tey, sum kenna til hetta umhvørvið í øðrum býum, siga, at tað kann hugsast, at tann ungi drongurin myrdi Chris, tí hann skuldi vísa, at hann er førur fyri at gera slíkt. Morðið var tí kanska ein upptøkuroynd.