Í gjár, 19. januar, helt Ráðið fyri Ferðslutrygd 40 ára stovningardag sín. Eini 110 innboðin vóru við til at halda dagin í Østrøm. Á skránni var røða hjá Henrik Old, samferðslumálaráðharra, framløga hjá Ferðslutrygd, hugleiðingar hjá Halleluja-Sofusi og at enda pallborðsfundur við politiskum umboðum.
Í 2006 varð í Ferðslutrygdarætlanini sett sum mál, at talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða skal vera 30% minni í 2015 enn í dag (2006). Brynhild Høgnadóttir, stjóri, greiddi frá, at hetta málið var væl og virðiliga rokkið.
- Vit eiga veruliga at fegnast um, at vanlukkur við fólkaskaða eru minkaðar, tí hetta rákið er ógvuliga týðiligt, sigur hon.
Hon fýlist tó á, at hagtølini skilja ikki ímillum vanlukkur við smærri løstum, og so tey, sum til dømis verða 100 % óarbeiðsfør. Tað vil siga, at vit vita einki um, hvussu stórur partur av hesum eru álvarsliga skadd, ella í hvønn mun talið á álvarsliga skaddum er minkað hesi seinastu 10 árini.
Eitt annað mál, sum varð sett í 2006, var at talið av deyðum í ferðsluni eisini skuldi minka við 30 prosentum. Her má tíverri staðfestast, at enn er nakað á mál.
Í 2006 doyðu fýra fólk í ferðsluni, ella 3,7 fyri 10 ára miðal, meðan tað í 2015 doyði ein í ferðsluni, ella 3,1 fyri 10 ára miðal. Skuldi talið á deyðum minkað 30 %, skuldi miðaltalið í 2015 verið 2,6.
- Í heilt stuttum hava vit ikki lagt nóg stóra orku í at forða ferðsluvanlukkum. Tí her kemur einki av sær sjálvum, sigur Brynhild Høgnadóttir.











