Enska fótbóltskappingin, Premier League, er farin av bakkastokki aftur hetta vikuskiftið eftir ein summarsteðg. Fríggjakvøldið var fyrsti dysturin leiktur, og í gjár vóru eisini ein rúgva av dystum spældir.
Í dag eru tveir dystir á skránni. Annar er liðugur fyri lítlari løtu síðani, sum var millum Newcastle og Tottenham, meðan hin dysturin – millum Manchester United og West Ham, byrjar um lítla løtu.
Endaliga úrslitið av fyrra dystinum í dag, var at Tottenham vann ein greiðan 2-0 sigur. Tó gekk long tíð hjá Tottenham at fáa hol á, og tað var ikki fyrrenn at Newcastle fekk reytt kort, at tað veruliga glapp hjá London liðnum.
Dýri drongurin á liðnum hjá Newcastle var Jonjo Shelvey, sum tíðliga í seinna hálvleiki fekk beinleiðis reytt kort fyri hevnisøku.
Hjá Tottenham skutu Dele Alli og Ben Davies málini, har danski Christian Eriksen átti uppleggið til bæði málini. Merkisvert var, at Premier League toppskjúttin frá í fjør, Harry Kane, ikki kom á máltalvuna, hóast hann hevði fleiri góðar møguleikar.
Newcastle – Tottenham 0-2 (0-0)
0-1 Dele Alli, 61.
0-2 Ben Davies, 70.