Reytt kort kostaði nógv

1. DEILD: Víkingur javnaði, tá ið tað restaðu fimm minuttir, og eftir at B68 í meiri enn hálvan tíma hevði verið undirmannað

Í dag hevði B68 á heimavølli møguleika at taka seg nærri toppinum og møguleikanum at flyta upp.

Eftir lak úrslit seinastu ferðirnar høvdu toftamenn seinnapartin vitjan av Víkingi, sum undan hesum umfarinum var ósigrað topplið.

Teir næstbestu hjá Víkingi fóru til hús við javnleiki og eru harvið framvegis ósigraðir. Á Toftum hevur nógvu teir seinastu dagarnar verið mentanarvika. Í dag er bátafestivalur, men fótbóltsliga skarst tað ikki væl.

Úrslitið var 2-2, eftir at B68 í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-1. Víkingur javnaði til 2-2, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Tað var við brotssparki, sum miðvallarin Milan Svojic umsetti til mál. Hann var á vøllinum allan dystin á tamb.

Tá hevði B68 verið undirmannað í meiri enn ein hálvan tíma, tí Aleksandur Ó. Jensen í 51. minutti sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini reyða kortið.

Trý mál vórðu skorað tíggju teir seinastu minuttirnar í fyrra hálvleiki.

Tíggju minuttir undan steðginum legði Geza David Turi Víking framum, og stutt undan steðginum skoraði B68 tvey mál. Otto Reinert Petersen javnaði til 1-1, og Debes Danielsen legði B68 framum ein minutt undan steðginum.

Víkingur hevur 20 stig, og B68 hevur 9 stig.

Um eina viku fær B68 vitjan av KÍ, meðan Víkingur skal spæla á heimavølli ímóti grannunum á Skála.