Reytt kort kostaði Atletico

Býtt reytt kort í fyrra hálvleiki kostaði dýrt fyri Atletico Madrid

Fyrstu fjórðingsfinalurnar í Champions League kappingini hava í gjárkvøldið verið spældar.

Tvær fjórðingsfinalur vóru á skránni í gjárkvøldið, onnur í Barcelona millum FC Barcelona og Atletico Madrid, meðan hin varð leikt í Munchen, har Bayern Munchen tók ímóti Benfica.

 

FC Barcelona var undan dystinum favorittur ímóti Atletico Madrid, sum tó skelkaði heimaliðið nógv í fyrra hálvleiki. Atletico Madrid var sum heild omaná størsta partin av fyrra hálvleiki, og var tað eisini fult uppiborið at teir løgdu seg á odda við máli frá Fernando Torres.

 

Og sami Fernando Torres var sannur høvuðsleikari í dystinum. Stutt aftaná at hann hevði skora fekk hann sítt fyrsta gula kort í dystinum, og lítla løtu aftaná fekk hann eisini sítt seinna gula kort, soleiðis at Atletico Madrid mátti spæla í nærum ein tíma í undirtali.

 

Trýstið lá tí á Barcelona, sum eisini dugdi at gagnnýta yvirtalið. Stjørnan í álopinum, Luis Suarez, syrgdi fyri at FC Barcelona vann dystin. Hann javnaði fyrst til 1-1, og skoraði síðani eisini til 2-1 til Barcelona, sum eisini varð endaliga úrslitið í dystinum.

 

Í hinari fjórðingsfinaluni vann Bayern Munchen eisini ein favoritt sigur á heimavølli móti Benfica. Bayern Munchen vann dystin 1-0, eftir at Arturo Vidal legði Bayern Munchen á odda longu eftir tveimum minuttum av dystinum.

 

Smalu leiðslurnar gera tó at alt er opið til seinnu fjórðingsfinalurnar, sum vera spældar á heimavallunum hjá Atletico Madrid og Benfica.

 

Í kvøld vera seinnu fjórðingsfinalurnar á skránni. Tá spæla Wolfsburg og Real Madrid í Týsklandi, umframt at Paris Saint Germain og Manchester City spæla í París.

 

Dystirnir í gjárkvøldið:

 

FC Barcelona – Atletico Madrid 2-1 (0-1)

0-1         Fernando Torres, 25.

1-1         Luis Suarez, 63.

2-1         Luis Suarez, 74.

 

Bayern Munchen – Benfica 1-0

1-0          Arturo Vidal, 2.