Reytt kort fyri at stúta liðfelaga

Verjuspælarin Bradley Orr, sum spælir fyri enska felagið Bristol Vity, fekk í gjárkvøldið reytt kort í dystinum ímóti Northampton. Orsøkin var, at Orr stútaði ein liðfelaga í høvdið. Northampton skoraði tíðliga í dystinum, men Bristol City svaraði aftur. Stutt fyri hálvleik hevði Northampton ein stóran kjans, men málmaðurin bjargaði sera væl. Hetta leiddi til eitt kjak millum Orr og liðfelagan Carey, og tað endaði við, at Orr skallaði Carey. Dómarin gav Orr reyða kortið fyri hendingina. Bristol City vann tó dystin 3-1.