Reydligir steypavinnarar úr KÍ

Unglingarnir hjá KÍ vístu, hvussu eitt stríðsavrik verður leverað. Teir fingu tvey av trimum reyðum kortum í dystinum, men teir vunnu dystin, og tað var tað týdningarmesta

Steypafinala

Tórsvøllur er í hesum døgum karmur um rættan steypahýr. Mikukvøldið varð hol sett á eina hendingaríka finaluviku, tá KÍ og NSÍ dystaðust um Thomas Dam & Co. steypið. Og hendingaríkur er júst eitt orð, sum eisini hóskar sera væl til dystin.

Avgerandi reytt kort
Tað var alt fyri eitt greitt, at báðir partar løgdu nógv fyri. Kanska ikki við tí heilt poleraða spælinum, men ferðin varð alt fyri eitt sett í topp, og serliga var tað KÍ, sum royndi at trýsta.
Veruligar møguleikar komu teir tó ikki til móti kropssterku NSÍ-miðverjuni, og spakuliga byrjaði javnvágin í dystinum eisini at koppa. Á liðnum hjá NSÍ vóru fleiri spælarar, sum bæði í ár og í fjør hava vant seg við fótbólt í bestu mansdeildini. Og í fleiri førum tóktist leikferðin, sum hetta ber við sær, at fara upp um tað, sum klaksvíkingarnir megnaðu.
Um miðjan fyrra hálvleik tók ein avgerandi hending seg tó upp. Bogi Løkin hjá NSÍ og Bjarki Vágstún hjá KÍ vóru í hornatøkum í vinstra borði. Bogi vann frísparki, men eftirfylgjandi hevndi hann seg á mótleikaran, og so hevði dómarin ongan annan møguleika enn at draga ostaskorpuna úr lummanum.

Mistu fyrimunin
Tað skuldi givið KÍ góðar fortreytir at bíta seg veruliga fastar í dystin, men ístaðin var tað NSÍ, sum svaraði aftur. Hjalmar Dalbúð fann bróðurin, Øssur Dalbúð, við eini djúpari sending, og hóast vinkulin var spískur, so megnaði Øssur at pota í kassan.
Runavíkingarnir megnaðu at halda týdningarmiklu løtun til steðgin, soleiðis at teir við fyrimuni kundu fyrireika seg til trý korter sum undirmannaðir. Men tann fyrimunurin hvarv at kalla alt fyri eitt, tá komið var út aftur. Eftir bara 28 sekundum lá bólturin í meskunum handan Tórður Thomsen, eftir at Jón Jacobsen við einum góðum einmansavriki hevði álað alt høgra verjuborð hjá NSÍ sundur.
Av álvara ein skelkur hjá NSÍ, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn KÍ eisini legði seg á odda. Kristoffur Jacobsen hevði stutt eftir útjavningina hótt við drønandi skoti, sum streyk fram við málinum, men hann sveik ikki, tá hann fáar minuttir seinni fekk nýggjan møguleika. Otto Jacobsen varð spældur leysur innan fyri verjuna, og tá hann rullaði tvørturum, var Kristoffur ísakaldur.

Ljótt spæl
Og so var støðan at kalla vónleys hjá NSÍ. Teir royndu at trýsta, men fyri tað nógva, so vóru tað teir bláu, sum vóru vandamiklari. Teimum eydnaðist eisini at økja, tá Otto Jacobsen kundi gera sær dælt av verjumistaki, og so lá eitt skrædl í luftini.
Millum annað skuldi Kristoffur økt enn meira, tá hann púra leysur rundaði málverjan, men hann spældi ov smartur, tá ein einsamallur verjuspælari stóð á strikuni, og so spurdist ikki mál burtur úr teirri royndini.
Og ístaðin slapp NSÍ aftur at trýsta seinastu løtuna. Ikki minst eftir at Bjarki Vágstún varð rikin av vølli fyri at sparka mótstøðumann niður við deyðbóltsstøðu. KÍ fekk eisini eina ávaring, tá Búgvi Olsen smekkaði hálvfluktara á stólpan, og fleiri ferðir var um reppið, at NSÍ kom til veruligar møguleikar.
Mál komu tó ikki afturat, men áskoðararnir fingu enn eitt reytt kort at síggja, tá Bjarki Vágstún móti dystarloki fekk sítt næsta gula kort, eftir at hann og Einar Hansen høvdu togast nakað.
Og yvir høvur tykist hetta vera ein generellur trupulleiki, tá unglingar spæla. At spælararnir í alt ov stóran mun spæla sera hart og beinleiðis ófantaligt. Ofta eisini soleiðis, at teir spælarar, sum hava royndir úr bestu deildini, eru teir, sum ganga á odda í hesum. Ivaleyst sum eitt tekin um frustratión, tá tað ikki altíð er eins lætt at vísa í verki, hví júst tann spælarin skal spæla í bestu deildini.
Men í so máta var finaludysturin einki undantak. Og sum heild mundu klaksvíkingarnir ikki leggja so nógv í hetta mikukvøldið. Teir høvdu vunnið finaludystin móti NSÍ. Kanska ikki við tí heilt poleraða fótbóltsspælinum, men teir stríddust manniliga, og sum lið tóktust teir eisini betri samansjóvaðir enn runavíkingarnir. Kanska nakað, sum besta mansliðið í Klaksvík kundi lært nakað av.