Reyði Krossur Føroya hevur latið kr. 500.000 til hjálparátøk hjá Reyða Krossi í Tigray økinum. Pengarnir fara eitt nú til bráðfeingis humanitera hjálp, at tillaga hjálparátøk til viðkvæmar bólkar, til sálarliga fyrstuhjálp og til at menna viðkomandi førleikar hjá Reyða Krossi í Etiopia.
Humanitera kreppan í Tigray landslutinum í Etiopia er nógv versna í seinastu tíðina. Samanbrestir hava havt við sær, at ein stórur partur av fólkinum hevur tørv á bráðfeingis verju og humaniterari hjálp. Bæði eldri borgarar, børn og kvinnur eru í serligum vanda fyri harðskapi, og stórur tørvur er á bráðfeingis heilsutænastum, lívbjargandi útgerð, skjóli, seingjaplássum, og atgongd til vatnveitingar, reinføri og aðrar grundleggjandi tænastur.
Harumframt eru átøkini ímóti COVID-19 tyngd og seinkað av hættisligu støðuni í landinum, og Tigray landsluturin er harafturat í stórum vanda fyri náttúruvanlukkum, sum eitt nú skerpingi, flóð og ongsprettu-plágum.