Reyði Krossur í Føroyum sendir neyðhjálp til Sýria

Peningurin skal brúkast til tey, sum líða undir krígnum í landinium

Reyði Krossur Føroya sendir nú 610.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í Sýria.

 

Peningurin fer til yvirskipaða neyðhjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi og Sýrisk Arabiska Reyða Hálvmána.

 

Talið á fólki í Sýria, ið hava átrokandi tørv á neyðhjálp er hækkað munandi, og nú hava eini 13,5 milliónir fólk tørv á hjálp. Av hesum eru eini 6,5 milliónir fólk flýdd innanlands í Sýria, har tey liva undir ógvuliga vánaligum korum. Tað eru hesi fólkini, ið Reyði Krossur Føroya sendir hjálpina til.

 

Yvirskipaða neyðhjálpararbeiði hjá Reyða Krossi í Sýria er millum annað at geva fólki mat, heilivág, reinførislutir, teppi, innivist, køksbúnýti til at kunna matgera og  atgongd til reint vatn og læknahjálp.

 

Fyri kríggið, var Sýria eitt land við heilt lítið av fátækum fólki. Men fýra ár við borgarakríggi hevur oyðilagt stóran part av landinum, og tørvurin á neyðhjálp er ómetaliga høgur. Hjálpin úr Føroyum ein partur av royndunum at hjálpa fólki at klára seg ígjøgnum veturin og fáa eitt meira virðiligt lív, sigur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi Føroya.

 

Fyri borgarakríggi, sum nú hevur vart í næstan fimm ár, búðu 22 milliónir fólk í Sýria. Nú fleiri eru flýdd bæði innanlands, til grannalondini og serstakliga eru eisini fleiri flýdd til Evropa. Nú býra 16,5 milliónir fólk í Sýria, og  heili 13,5 milliónir fólk eru bundin av at fáa neyðhjálp.

 

Av teimum 610.000 krónunum, ið Reyði Krossur Føroya hevur sent til bráðneyðuga hjálpararbeiðið í Sýria, koma 600.000 krónur frá landsinnsavningini í heyst, og 10.000 krónur eru ein gáva frá eini føroyskari fyritøku, ið stuðlar hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi í Sýria.