- Vit fordøma upp á tað harðasta eitt álop mánadagin á eitt øki, sum Reyði Krossur brúkar til hjálparvirksemi í Sloviansk í Ukraina.
Tað skrivar Reyði Krossur í tíðindaskrivi.
Ukrainskir myndugleikar siga, at tað eru russiskar herdeildir, sum standa aftan fyri álopið. Álopið rakti eitt øki, sum Reyði Krossur í Ukraina brúkar til flutning av sivilum og útbýting av neyðhjálp.
Sambært ukrainskum myndugleikum sluppu øll tey sjálvbodnu hjá Reyða Krossi óskalað í álopinum.
Aðalskrivarin í Reyða Krossi, Bernt G. Apeland, sigur, at sjálvboðin, sum syrgja fyri humaniterari neyðhjálp, mati, seingjarklæðum, teppum, tjøldum, vatni og reinføristingum kring alt Ukraina, skulu verjast og ikki vera álopin.
Talið av sjálvbodnum hjá Reyða Krossi í Ukraina er eksploderað, síðan russisku innnrásina, og í dag hevur Reyði Krossur umleið 10.000 fólk í krígsherjaða landinum.