Morðið á professaran og ráðgevan hjá italska arbeiðsmálaráðnum, Marco Biagi, týsdagin hevur skakað alt Italia, og tilburðurin hevur fingið politikarar og italiumenn yvirhøvur at minnast tær nógvu og blóðugu atsóknirnar, sum yvirgangsfelagsskapurin Tær Reyðu Brigadurnar skipaðu fyri í Italia í sjeytiárunum.
Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av morðinum á tann 52 ára gamla Biagi nærhendis heimi hansara í býnum Bologna, men løgreglan í Bologna ivast ikki í, at morðið er ein fráboðan um, at Tær Reyðu Brigadurnar eru komnar afturíaftur.
Løgreglan vísir á, at drápshátturin týskvøldið var júst tann sami, sum drápsmenninir hjá brigadunum plagdu at nýta. Offurið fekk tvey skot í nakkan. Harafturat høvdu drápsmenninir rist eina fimmhyrnta stjørnu í portrið hjá Biagi, og sambært løgregluni plagdu limirnir hjá brigadunum í Bologna at nýta ta fimmhyrntu stjørnuna sum sítt eyðkenni.
Italsku myndugleikarnir seta morðið týskvøldið í samband við eitt annað morð, sum var í 1999. Eisini ta ferðina var tað ein ráðgevi hjá stjórnini, Massimo D'Antona, sum varð myrdur, og tá átóku Tær Reyðu Brigadurnar sær ábyrgdina av morðinum.