Reyðikrossur: ? Vit eru ovfarin

Tíðindaskriv frá Reyðakrossi

Telefontænastan hjá Føroya Tele hevur savnað 700.000 kr inn fyri Reyðakross at stuðla Tsunami-ofrunum



Tað stóra arbeiði, sum Føroya Tele hevur staðið fyri við at skipa okkum eina telefontænastu, har fólk kunnu stuðla okkum við at ringja tlf. 90 56 56 og so stuðla við kr. 100,- kann helst ikki í úrsliti samanlíknast við nakað slíka tænastu í øðrum londum.
Í dag kunnu vit rokna við, at vit fá meira enn Kr. 700.000 til hjálpararbeiði gjøgnum hesa tænastu.
Tað var longu í nov. 2003, at fólk frá Føroya Tele søgdu okkum um møguleikarnar, og fóru tey tá beinan veg í holt við at fyrireika hetta teknist og roknskaparligt, og longu sama árið var tænastan ein realitetur.
Eitt át eftir gjørdist neyðugt við hesum møguleika, nevniliga eftir 26.12.04.
Samstundis gjørdi Føroya Tele eisini møguleika fyri at fartelefonir kundu ringja hjálp inn.
Fyritøkur og almennir stovnar skip-aðu fyri kunning um henda møguleika.
Tá nú roknskapartølini fyri tiltakinum TSUNAMI fyriliggja, gevur henda innsavningin 700.000,- krónur.
Fyri tey vanlukku-raktu takka vit.

PS: Um alt gongur eftir vild, rokna vit at hava samlaða krónutalið viðv. TSUNAMI innsavningini klárt til 10. mai 2005.