Reyði Krossur tingast nú við myndugleikarnar í Sýrialandi um at fáa enda á blóðbaðnum og at tryggja, at líðandi fólk kunnu fáa neyðhjálp. Reyði Krossur tingast eisini við andstøðuna, men talsmaðurin hjá felagsskapinum vil ikki siga, hvønn tey tingast við.
-Vit fara heldur ikki at avdúka sjálvt innihaldið í tingingunum við myndugleikarnar og andstøðuna, sigur talsmaðurin sambært Reuters.
Fleiri hjálparfelagsskapir hava roynt at senda neyðhjálp til Sýrialands, men tað hevur verið sera torført. Í síðstu viku segði franski uttanríkisráðharrin, Alain Juppe, at tað kann blíva neyðugt at skipa serligar flutningsleiðir til Sýrialands fyri at hjálpa teimum neyðstøddu í landinum.