Í samband við ófriðin í Demokratiska lýðveldinum Kongo, hevur Reyði Krossur Føroyar latið 50.000 krónur til afrikanska landið Umleið 250.000 børn, kvinnur og menn eru síðani septembur rikin burtur frá heimum teirra orsaka av hørðum bardøgum millum stjórnarhermenn og stuðlar hjá fyrrverandi tutsu herovastanum Laurent Nkunda. Har valda hungur, neyðtøka og dráp. ST og hjálparfelagsskapir meta, at fleiri hundrað vanligir borgarar hava latið lív. Peningurin frá Reyða Krossi Føroya fer at vera brúktur til at stuðla virksemið hjá altjóða Reyða Krossi fyri flóttafólkunum í krígsherjaða økinum eystantil í Kongo. Reyði Krossur Føroya hevur nú økt um konto sína til neyðhjálp við 12.000 krónum. Hetta hendi nú leygardagin, tá ið loppumarknaðurin í vetur fór fram. Fitt av fólki møtti upp, og tað var bíðirað uttanfyri, tá ið upp var latið fyrrapartin í Reyða Kross húsunum á Bryggjubakka í Havn. Ein flóð av fólki kom meginpartin av degnum. Yvirskotið frá loppumarknaðinum bleiv 12.000 krónur, ið vera nýttar til at bjarga lívi og hjálpa fólkum í neyð.
Kelda: Reyði Krossur