Reyði Krossur savnað hálva millión

Seinasta uppteljingin hjá Reyða Krossi Føroya vísir, at higartil eru 515.000 krónur komnar inn til hungursraktu fólkini í Eysturafrika.

Føroyingar stuðla innsavningina hjá Reyða Krossi Føroya til frama fyri hungurs- og turkuraktu fólkunum í Eysturafrika.

Síðani Reyði Krossur Føroya í juli heitti á føroyingar, um at hjálpa okkum at hjálpa í Eysturafrika, hava fólk givið 315.000 krónur til innsavningina.

- Hetta vísir seinasta teljingin hjá okkum mikudagin 24. august 2011, verður sagt úr Reyða Krossi.

Tað merkir, at higartil eru tilsmans 515.000 krónur komnar inn til bráðfeingishjálp til Eysturafrika frá føroyingum.

Umframt tær 315.000 kr frá sjálvari innsavningini á heimasíðu okkara, lat Reyði Krossur Føroya í síðsta mánaði 50.000 krónur, meðan Landsstýrið lat 150.000 krónur sum bráðfeingishjálp umvegis Reyða Kross Føroya.

- Reyði Krossur takkar øllum føroyingum, ið hjálpa okkum at hjálpa. Stóra takk fyri at tit stuðla bráðfeingishjálpina, sigur Reyði Krossur.

Innsavningin hjá Reyða Krossi heldur áfram.