Reyði Krossur nýggj og størri hølir

Í dag var móttøka í hølunum hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka í sambandi við, at hølini í handlinum eru meira enn tvífaldað.

Alt arbeiðið er farið fram av sjálvbodnum, nú hølini eru umbygd.

- Vit hava umleið 30 kvinnur, sum eru tengdar at handlinum fast, sigur Gunnvør Joensen, ið er leiðari av Reyða Kross handlinum.

Tað umfatar móttøku og upphenging av klæðum og lutum, ið handilin selur.

- Men hóast tað ljólðar nógv, so hava vit kortini brúk fyri fleiri fólkum, og er tað onkur, ið hevur hug at lata eina hjálpandi hond, taka vit fegin ímóti, sigur Gunnvør Joensen.

Latið verður upp aftur í morgin, týsdagin klokkan 13.30.

Og hevur onkur hug til at hjálpa til, kunnu tey seta seg í samband við Gunnvør Joensen á tlf. 287119.