Landsinnsavninginh hjá Reyða Krossi leygardagin gav líka nógv sum í fjør, tí nú framvegis nakrar av teimum eyðkendu reyðu bússunum eru eftir at telja, hevur Reyði Krossur fingið inn 655.000 krónur.
Vit fingu í fjør 661.000 krónur inn í landsinnsavningini, so tá tað síðsta er talt upp, rokna vit við líka góðum úrsliti, sigur formaðurin í Reyða Krossi Føroya, Hjalti í Jákupsstovu.
Í høvuðsstaðnum fóru tilsamans 110 bússur runt leygardagin, og aðrar 262 bússur vóru koyrdar út til álitisfólk runt um í landinum, sum stóðu fyri innsavningini har.
Tað eydnaðist okkum at fáa dekka allar rutur, so vit hava verið kring alt landið, og tí vilja vit takka øllum, sum hava hjálpt til, bæði við at ganga við bússum og við at geva, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
At ein gáva til Reyða Kross munar, kann lýsast við at nevna, at fyri ein túsundkrónuseðil ber til at geva 37 fólkum í Afrika vatn í eitt ár, at hjálpa 14 børnum til eina góða byrjan á lívinum og at geva trimum familjum innivist eftir eina ræðuliga vanlukku.










