Reyð framgongd í Danmark

Hevði fólkatingsval verið nú, hevði andstøðan í Danmark fingið 52,9 prosent og stjórnin og hennara stuðulsflokkar 47,1 prosent. Eitt sovorðið úrslit hevði givið teimum reyðu 93 fólkatingslimir og teimum bláu 82. Tað vísir ein nýggj meiningakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2.

Tann næstseinasta kanningin hjá Megafon gav andstøðuni 90 tinglimir og teimum borgarligu 85. Tann nýggja kanningin vísir sostatt, at skrivingin um skattaviðurskiftini hjá Helle Thorning-Schmidt hevur ikki kostað andstøðuni atkvøður. Tvørturímóti fáa Sosialdemokratarnir og Tey Radikalu eitt umboð afturat í part, SF fær tvey afturat, og Eindarlistin missir eitt samanborið við næstseinastu kanning. .

Hjá teimum bláu missa Konservativi Fólkaflokkurin, Danski Fólkaflokkkurin og Liberal Alliance hvør sín tinglim, men hjá Vinstra er eingin broyting.