Sjúrður Skaale
?????????????
Í ár 2000 varð gjørt av, at føroyingar skuldu hava vitan um, hvønn týdning Føroyar høvdu fyri Sovjetsamveldið. Vit skuldu hava eina Reyðubók eins og vit høvdu fingið eina Svørtubók. Sjálvsagt.
400.000 krónur vórðu settar av. Føroyskir søgufrøðingar gleddu seg til uppgávuna, sum øll væntaðu, at fleiri fóru at vera um at loysa. Ein maður, sum var útbúgvin í skjalarannsóknum í Moskva, var millum teir, sum stóðu til reiðar at vera við í arbeiðinum. Hetta var ein spennandi avbjóðing, sum fór at menna føroyska søgugransking.
Men einki hendi fyrsta árið. Eingin visti hví. Tað ljóðaði, at Anfinn Kallsberg hevði brúkt tær 400.000 krónurnar til okkurt annað.
Árið eftir vórðu aftur settar 400.000 krónur av. Men aftur vórðu føroysku søgufrøðingarnir hildnir fyri spott.
Tí knappliga boðaði Anfinn Kallsberg frá, at ein dani einsamallur skuldi standa fyri øllum. Eingin føroyingur skuldi so mikið sum sleppa at fylgja við í arbeiðinum. Eingin avbjóðing, eingin førleikamenning og eingin króna skuldi latast føroyingum.
Danin var tann ógvuliga kontroversielli og ultra høgravendi Bent Jensen.
Hóast tað formliga var Anfinn Kallsberg sum tók avgerðina um at seta Bent Jensen, mundi hetta helst vera sum við so nógvum avgerðum hjá Kallsberg: Hann hevði onga sum helst ávirkan á hana sjálvur. Tað var Óli Breckmann, sum stýrdi.
Orsøkin til, at Óli Breckmann vildi hava júst Bent Jensen - og bara Bent Jensen - at skriva føroyska søgu, man vera rættiliga uppløgd: Óli vildi als ikki hava nakra søgugransking, men eitt politiskt amboð. Hann vildi hava ein lista við nøvnum, sum kundu illteinkjast fyri at hava njósnast fyri Sovjetsamveldið.
Groteskir pástandir
Nú er Reyðabók hjá Bent Jensen so komin. Men Bent hevur ikki gjørt tað, hann skuldi gera. Vit fáa lítið og einki at vita um, hvussu Sovjetsamveldið metti um Føroyar undir kalda krígnum.
Í staðin byggir bókin fyri mesta partin á skjøl úr donskum goymslum. Tað er sjálvsagt sera áhugavert at síggja, hvussu nógv danska fregnartænastan hevur njósnast í Føroyum. Men Bent Jensen nýtir hesi skjøl á ein hátt, sum ger bókina til eina stóra skandalu.
Tað mest groteska dømið er kanska um Halgir Winther Poulsen, sum verdur lagdur undir at vilja bjóða USA og Sovjet herstøðir í Føroyum, og síðani selja Føroyar til tann, sum bjóðar mest. Tað er møguligt, at Halgir hevur sagt okkurt tílíkt onkuntíð - men hann hevur neyvan meint tað í álvara. Og tað er heilt groteskt at maðurin, í eini bók sum Føroya Landsstýri fíggjar, nú verður lagdur undir hetta sum var tað ein verulig ætlan, hann hevði.
Ein annað dømi er, at Erlendur Patursson og Tjóðveldisflokkurin, uttan nakað prógv, verða lagdir undir illgrunasamt virksemi. Til tess at »undirbyggja« hetta, sigur Bent Jensen m. a. soleiðis: »Paturssons parti er af den politiske modstander Óli Breckmann blevet karakteriseret som »et marxistisk løsrivelsesparti«, der ønskede NATO slettet af verdenshistorien«.
Álvaratos! Hvat hevur Óli Breckmann ikki kallað fólk og flokkar millum ár og dag? Skal tað, hann í síni sjúkligu útspilling hevur sagt um onnur, nú lyftast upp sum søgulig fakta? Hvussu kann Føroya Landsstýri fíggja og leggja navn til slíkt?
Føroyskir hálvmordarar
Eitt triðja dømi er, tá Bent Jensen roynir at seta føroyskar sosialistar í samband við útlendskar drápsmenn. Í einum broti stendur soleiðis: »Færøske Socialisters afdeling i Torshavn blev efterhånden meget radikaliseret og indtog standpunkter, som næsten var identiske med den danske organisation Kommunistisk Forbund Marxister-Leninister (KFML). Medlemmerne af den såkaldte Blekingegadebande - en bevæbnet, revolutionær organisation, der under et væbnet røveri dræbte en politibetjent i København - kom fra KFML.«
Skal mann gráta ella flenna? Føroyskir sosialistar høvdu sjónarmið, sum líktust teimum hjá KFML - og fólk frá KFML drupu einaferð ein politist! Við slíkari próvførslu ber til at seta øll heimsins fólk í samband við onkran drápsmann. Hetta snøgt sagt rein idioti.
Men Bent Jensen er øgiliga stoltur av sínum evnum at avdúka farligar føroyingar, og sum ein annar Erasmus Montanus heldur hann elegant fram í sama spori:
»I 1978 abonnerede Færøske Socialister på den italienske revolutionære avis La Voce Operaia (Arbejderens stemme), som var organ for et italiensk marxistisk-leninistisk parti, der havde forbindelse til den revolutionære, marxistiske terrororganisation Brigate Rossi (De røde Brigader). Det var Brigate Rossi, der i 1978 myrdede lederen af de kristne demokrater, Aldo Moro.«
Fantastastiskt! Føroyskir Sosialistar hildu eitt blað, sum var málgagn hjá einum flokki, sum hevði samband við Reyðu Brigadurnar, sum drupu Aldo Moro!
Soleiðis! So er ið hvussu er eingin ivi um, hvussu vandamikil tey navngivnu fólkini í Føroyskum Sosialistum vóru! Hevði Bent Jensen sloppið at hildið fram hevði hann uttan iva eisini funnið útav, at Føroyskir Sosialistar tóku fult undir við teimum, sum drupu bæði Kennedy, Olof Palme og John Lennon.
Kanónin slær bakk
Dugnaligir og nærlagdir føroyskir søgufrøðingar vístu, at teir dugdu síni ting, tá teir skrivadu Svørtubók. Men teir sluppu ikki so frægt sum at vera við í arbeiðinum at skriva Reyðubók.
Anfinn Kallsberg vildi ikki!
Anfinn Kallsberg setti Bent Jensen í staðin!
Og tað var - helst - Óli Breckmann, sum tók hesa avgerðina fyri Anfinn Kallsberg. Og Óli ynskti sær neyvan eina søgiliga greining, men eina bók, sum hann kundi brúka ímóti sínum politisku fíggindum.
Men hóast Bent Jensen dúgliga roynir at gita og snara og seta saman til tess at avdúka føroyskar svíkjarar, so er einki sum líkist einum prógvi um nakað. Tað einasta Bent Jensen prógvar er, at hann ikki er vísindamaður, men politiskur kúlustoypari.
Men kúlurnar fara ikki langt. Tær raka ongan uttan Bent sjálvan. Og so Anfinn Kallsberg og Óla Breckmann.
Eina kanning afturat?
Tá alt hetta er sagt so má leggjast afturat, at bæði føroyskir sosialistar og føroyska friðarrørslan í fleiri førum mistóku seg undir kalda krígnum. Sum m.a. Vaclav Havel hevur víst á, gekk europeiska friðarrørslan stundum - umenn ótilvitað og óviljað - ørindi fyri einaræðislond. Og tað hevði verið ógvuliga viðkomandi vitan, um so var, at føroyingar høvdu njósnast fyri Sovjet ella tikið undir við og aktivt stuðla harðskapi.
At gera sum Bent Jensen - fyri almennar pengar at insinuera at fólk hava gjørt hetta uttan at hava nakað prógv - er sjálvsagt undir alt lágmark.
Men vit eiga altso ikki at vera bangin fyri at kanna, um føroyingar hava verið, sum aktivt hava stuðlað ódemokratiskum, totaliterum og blóðdálkaðum stýrum.
Landsstýrið kundi t.d. rindað onkrum 400.000 krónur fyri at finna útav, um nakar føroyingur var, sum opið, treytaleyst og við gløðandi eldhuga stuðlaði teimum fasistisku og rasistisku hópdrápsmonnum, sum ráddu fyri borgum í t.d. Chile og Suðurafrika...