Bretska stjórnin hevur álagt Chelsea-eigaranum Roman Abramovich revsitlitøk. Og tað kann fáa stórar avleiðingar fyri góðu gongdina hjá fótbóltsfrelagnum.
Stjórnin boðar frá, at virðini hjá Abramovich verða innifryst. Tað merkir, at hann hvørki sleppur at ferðast til Bretlands ella at fremja handlar í landinum.
Somu revsitiltøk eru galdandi fyri seks russiskar oligarkar við virksemi í Bretlandi.
Chelsea hevur fingið serligt loyvi at halda fram við virksemi sínum og kann altso spæla dystir sínar. Men ætla sølan hjá Abramovich av felagnum, sum hann hevur kunngjørt í síðstu viku, verður av ongum.
Stjórnin metir, at Abramovich og hinir seks russararnir hava havt tøtt bond til russiska forsetan Vladimir Putin, og hava fingið fíggjarligar fyrimunir av tí.
– Tað skal ikki vera ein trygg havn fyri teir, sum hava stuðlað óndsinnaða álopið hjá Putin á Ukraina, sigur Boris Johnson, forsætisráðharri.
Abramovich sjálvur hevur ferð eftir ferð noktað at hava havt samband við Putin og russiska statin.
Tiltøkini gera støðuna hjá Chelsea ótryggga. Tað serliga loyvið gevur bara felagnum loyvi til at gjalda løn til starsfólk. Felagið sleppur ikki at gera nakrar íløgur.
Tað merkir eisini, at felagið sleppur ikki at skriva sáttmálar ella at keypa spælarar. Einki merchandise má seljast, og í veruleikanum kann felagið ikki selja atgongumerki til heimadystir.
Hartil kemur óvissan um ætlaðu søluna av felagnum. Sambært The Times krevst iett serligt undantak frá stjórnini, um sølan skal fremjast.
Eingi pengar frá møguligari sølu kunnu fara til felag hjá Abramovich ella hann sjálvan.
Tann nú 55 ára gamli russarin keypti Chelsea í 2003, og felagið hevur síðani havt størstu framgongd nakrantíð.
Meðan Abramovich hevur átt Chelsea hevur felagið millum annað vunnið fimm ensk meistaraheiti og tveir Champions Leagu-heiðrar.
Felagið møtir í kvøld Norwich í ensku kappingini. Dysturin verður spældur sum ætlað.
/ritzau/