Revsimarkið í Svøríki er 0,2 promillu

Svøríki hevur í mong ár gingið undan sum eitt gott fyridømi hvat ferðslutrygd viðvíkur. Revsimarkið í Svøríki er 0,2 promillu. Hevur ein bilførari meir enn 0,4 promillu í blóðinum, verður koyrikortið tikið á staðnum

Revsimarkið í Svøríki er 0,2 promillu. Millum 0,2 og 1,0 promillu verða vanliga dagbøtur dømdar. Jú hægri promilluinnihald tess størri dagbøtur. Fyri rúsdrekkakoyring verður koyrikortið sperrað. Hevur ein bilførari meir enn 0,4 promillu, verður koyrikortið tikið á staðnum. Sperritíðin er millum 6 og 12 mánaðir við lægri promilluinnihald, og er upp til 3 ár við høgt promilluinnihald. Ein bilførari, ið verður tikin fyri rúsdrekkakoyring, og sum hevur meir enn 1,0 promilu, verður vanliga eisini dømdur hefti ella verndarumsjón.
Kelda: RFF