Ein kann verða revsaður fyri at lúgva fyri einum almennum myndugleika. Tað mátti ein maður ásanna í Føroya Rætti fyrr í vikuni
Hann skyldaði pening og tískil skuldi hann pantast. Men ikki færri enn tríggjar ferðir upplýsti hann fyri pantifútanum, at hann átti einki at panta. Hann varð eisini spurdur um hann átti fasta ogn, sum kundi takast í pant, men hann segði, at tað átti hann heldur ikki.
Men síðani kom tað fram, at hann átti í einum grundstykki, og sostatt hevur hann sagt ósatt fyri pantifútanum.
Tískil varð hann ákærdur fyri at hava sagt ósatt fyri pantifútanum. Og tað varð lætt hjá løgregluni at prógva fyri rættinum at so var, tí eitt kopi av tingbókini varð lagt fyri dómaran, og har stóð tað svart á hvítum, at hann átti í einum grundstykki.
Maðurin noktaði seg sekan, tí hann segði, at talan var um eitt grundstykki, hann átti saman við konuni. Hann noktaði annars ikki fyri, at hann hevði skrivað undir skeytið, men hann helt, at tað var bara tí at bankin vildi tryggja sær, at lánið í grundstykkinum varð goldið aftur. Hann helt sostatt ikki, at hann hevði rætt til at lata sín ognarlut í panti.
Dómarin í Føroya Rætti kom til ta niðurstøðu, at ákærdi maðurin mátti hava verið greiður yvir, at hann átti í grundstykkinum og at hann tískil hevði sagt ósatt fyri pantifútanum.
Tað bjargaði honum ikki, at hann altíð hevði verið lesiveikur og tískil kanska ikki skilti tað til funar, sum stóð á skeytinum, hann skrivaði undir, tá ið grundstykkið varð keypt.
Sostatt varð hann dømdur at sita í 40 dagar, men revsingin varð treytað, og tað merkir at hann sleppur undan at sita.
Men fyri at sleppa undan at sita, skal hann kortini lúka ymsar treytir. Ein treyt er, at hann skal gera samfelagstænastu í 60 tímar, og ein onnur treyt er, at hann einki annað revsivert ger í eitt ár.