Hvalbingar hava umhugsað at stevna landsstýrinum fyri at gera mismun á kommunum. Orsøkin til hetta er, at eftir tiltiknu kyndilsmessuódnina í 2008, fingu hvalbingar ikki eitt oyra í almennum stuðuli til at gera brimgarðin á havnarlagnum, hóast Skálavíkar Kommuna fekk almennan stuðul, tá ið brimgarðurin har fór í somu ódn.
Í bygdaráðnum í Hvalba góðtaka tey ikki, at politiski myndugleikin ger mismun á tveimum kommunum.
Í hesum sambandi verður víst á, at skaðin í Skálavík kostaði góðar tríggjar milliónir at umvæla, men skaðin í Hvalba kostaði kommununi góðar 11 milliónir.
Hvalbingar hava fleiri ferðir verið í sambandi við landsmyndugleikarnar, men hava bara fingið tað aftursvar, at havnirnar eru kommunumál.
Kortini fekk Skálavík stuðul at umvæla brimgarðin.
Men hvalbingar hava ikki slept ætlanini um at fáa somu sømdir sum skálavíkingar og í hesum sambandi hevur bygdaráðið umhugsað at stevna landsstýrinum.
Men á bygdaráðsfundi er nú avgjørt fyrst at fáa løgfrøðing at skriva landsstýrinum bræv, har tey enn einaferð gera vart við síni sjónarmið.
Á kvøldsetu, sum Fólkaflokkurin hevði í Øravík herfyri, ásannaðu Annika Olsen og Jacob Vestergaard at bæði landsstýrinum og løgtinginum var heilt vanliga fatanin, at Hvalbiar Kommuna var væl fyri fíggjarliga og hevði sostatt ráð at umvæla brimgarðin sjálv og at tað almenna skuldi halda seg uttanfyri.
Tey viðgingu bæði, at tað var serstakliga óheppið, at politiski myndugleikin ger mun á tveimum ymsum kommunum.
Tey førdu eisini fram, at tað var ikki landsstýrið, sum játtað skálvíkingum stuðul, men tað var fíggjarnevndin, sum hevði tikið málið upp og sum hevði lagt uppskot fyri Løgtingið um tað, so at tað varð samtykt.
Men samstundis viðgingu Annika Olsen og Jacob Vestergaard eisini, at tað, sum í veruleikanum er hent, er, at Hvalbingar rætt og slætt eru revsaðir fyri at hava dugað væl at ansa eftir pengunum.