POLITIKKUR
Løgmaður segði í røðu sínari á ólavsøku, at hetta metti málið millum seg og skuldsetingarnar frá Tórbirni Jacobsen sum úti av verðini. Hann hevði fingið eitt bræv frá tingmanninum, har hann tekur orðini aftur í seg, og hetta helt løgmaður vera nóg mikið til halda hina ?vanligu? løgmansrøðuni, heldur enn hin styttru, sum hann segði seg hava skrivað við einari fráboðan um, at hann legði frá sær sum løgmaður.
Fráboðanin er soljóðandi:
?Hervið skal verða sagt frá, at skuldsetingarnar, sum eg havi sett fram ímóti løgmanni, løgmansembætinum og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, hervið eru afturtiknar?
Við hesum reglum, sum løgmaður fekk kl. 10.45 ólavsøkudag, sigur Tórbjørn at nakrar skuldsetingar eru afturtiknar. Hvørjar tær eru verður mett at vera undirskilt, hvørjar skuldsetingarnar eru. Tórbjørn hevur undan hesum viljað verið við, at hann ikki ikki hevur skuldset løgmansembætið, men tað hevur so allíkavæl, sambært brævinum til løgmann ólavsøkudag.
Við Sjónvarp Føroya, sigur Tórbjørn Jacobsen, at hann sjálvur ringdi til løgmann fyri at vita eftir, hvat Anfinn Kallsberg mettisum trupulleikan og neyðugt at taka aftur. Tórbjørn sigur við Sjónvarpið, at hann løgmaður tók samgonguna sum gísil í hesum málinum, og løgmaður vildi hava Tórbjørn at taka aftur tann partin um, at løgmaður og ikki kundi vera stjórnaleiðari í nøkrum landi, sum løgmaður ? sambært Tórbjørn Jacobsen ?metti sum álop á løgmansembætið. Restin stendur eftir ? eisini parturin um, at løgmaður og Jørgen Niclasen ikki hava dugað at skilja ímillum sítt egna og annara.
?Tað er tað, sum eg havi fingið at vita er trupulleikin, og tað er tað, sum eg havi tikið aftur, og tá stendur restin við, sigur Tórbjørn Jacobsen við Sjónvarp Føroya.










