Restaði lítið í hjá føroyskum teldusnillingum

Tað restaðu bara nøkur heilt fá stig í til, at føroysku teldusnillingar í Teamno1 kundu verða við, har tað er ordiliga stuttligt, tá ið teir luttóku í stórari teldukapping í Keypmannahavn um vikuskiftið. Teldumenninir sjálvir eru sera væl nøgdir, og hava fingið blóð upp á tonnina til at royna fleiri kappingar.

Sum okkara gløggi lesari nokk minnist, so skrivaðu vit í Vikuskiftissosialinum um fimm teldusnillingar úr Føroyum, ið høvdu stórar ætlanir til vikuskiftið. Teir skuldu nevniliga til stóra teldukapping í Bellasentrinum í Keypmannahavn at kappast móti tveytúsund luttakarum frá øllum heimshornum í telduspælinum Counterstrike. Vóninar vóru tá rættiliga stórar, og nú tað er vorðin vanligur mánadagur aftur, kunnu teir ikki annað enn staðfesta, at hetta var upplivilsi vert.
-Hetta var sera stuttligt og ikki minst læruríkt. Vit sóu, hvussu teir ordiliga professionellu spælararnir gera; tað var ordiliga stuttligt at síggja, hvussu væl teir dugdu at spæla saman. Vit hava avgørt fingið stóran íblátur til venjingina heima, sigur Heini Weihe, ið er ein av limunum í Teamno1.

Líka við og næstan
Teamno1 kom í ein sera sterkan bólk. Millum annað var eitt sera sterkt lið úr Hollandi við, ið Teamno1 taptu ímóti. Eisini eitt sterkt lið úr Íslandi var við, og her megnaði føroyska liðið at spæla javnt. Tað var enntá líka við og næstan, at føroyska liðið kom víðari í sterka A bólkin.
-Men vit manglaðu bara nøkur heilt fá stig. Hetta kann sammetast við úr øðrum ítrótti, at vit høvdu málúrtøkuna ímóti okkum, sigur Heini.
Ìstaðin kom Teamno1 í veikara B bólkin, har teir dagin eftir vórðu slignir út úr kappingini. Hóast hetta, so vildu føroysku dreingirnir als ikki fara heim.
-Nei, vit máttu fáa finaluna við. Tað var sera spennandi, og eitt lið úr Brasilia streyk avstað við sigrinum. Eisini liðini, ið gjørdust nummar tvey og trý úr ávíkavist Póllandi og Danmark, vóru sera spennandi at hyggja eftir, sigur Heini.

Fingið blóð upp á tonnina
Hetta er fyrstu ferð, at ungu harrarnir úr Føroyum royna seg í altjóða teldukapping, men hetta verður avgjørt ikki síðstu ferð. Ì næstum ætla teir sær til Onglands, har ein minni kapping verður.
-Kappingin í Bellasentrinum var kanska ein ov stórur gloypibiti hjá okkum. Har vóru sera sterkir spælarar, ið eru seru høgt uppi á styrkislistanum. Vit fara nú heldur at royna okkum móti eitt sindur veikari spælarum fyri at fáa okkum fleiri royndir, sigur Heini.
Heima venja teldusnillingarnir úr Teamno1 á internetinum serliga móti bretum, tí netsambandið er best til Bretlands. So Teamno1 vita nøkulunda, hvussu landið liggur her.
-Vit plaga at fylgja rættiliga væl við her. So tað verður spenndandi, tá ið vit fara at hittast á laninum í kappingini, sigur Heini Weihe, ið umframt Rógva Nielsen, Sunleiv Christiansen, Pætur Breckmann og Bjarna Jacobsen mannar teldubólkin, Teamno1.