Ressingarfundur í Læraraskúlahøllini

Í kvøld klokkan 20 verður skipað fyri tí, sum Tjóðveldi kallar ressingarfundi í Læraraskúlahøllini í Havn. Á skránni verða eitt nú talur, felagssangur, tónleikur og upplestur.

- Nú valstríð er, vilja vit í Tjóðveldi samla nógv fólk til ressingar, har vit í felag hugna okkum, finna “valgeistin”, viljan og neistan fram, sigur Tjóðveldi og vísir á, at komandi løgtingsval hevur stóran týdning.

Lagt verður aftrat, at brúk verður fyri hvørjari einastu atkvøðu, og Tjóðveldi heldur seg hava greið boð um øll samfelagslig viðurskifti.

- Komandi tvær vikurnar leggja vit alt fyri, sigur flokkurin, sum heitir á fólk um at møta til ressingarfundi í kvøld, har fleiri talur verða, felagssangur, tónleikur og upplestur.