Nú er Paul Watson úti fyri Gøtuvík við skip sínu John Paul de Joria, sum hevur fingið forboð ímóti at koma inn um 12 fjórðinga markið.
Fólk hava sæð, at Tjaldrið hevur elt skipið suður gjøgnum Djúpini, og Rescue Lív er eisini farið ímóti skipinum. Nú er John Paul de Joria komin suður ímóti Mjóvanesi, og nú sær út til at Rescue Lív eisini eltir skipið.
Hvidbjørnen er á veg inn í Nólsoyarfjørð sunnanífrá.
Rescue Lív er úti við sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.