Bjargingarbáturin Rescue Lív verður tikin úr tænastu í dag 8. mars frá klokkan 14.00.
Nú er tíðin komin, til at Rescue Lív aftur skal í dokk, har bjargingarbáturin skal til árligt sýn og viðlíkahald. Millum annað skal báturin málast og efturhyggjast.
Arbeiðið plagar at ganga skjótt og væl, og eru allir menn klárir til at takað eitt tørn við at fáa bátin kláran aftur til sunnudagin 16.mars klokkan 18.00.
Sostatt verður Rescue Lív aftur í tænastu næsta sunnudag.